| Putlarar |
|
At putla við okkurt, søgdu tey, tá tey sótu og fingust við okkurt, sum kanska ikki skuldi gerast liðugt beinanveg, ella okkurt, sum tók nógva tíð, tí hetta var nakað, sum tey tóku hond í, so av og á. ”Hetta er bara okkurt sovorðið putl”. Tað var fyri um 25 árum síðan, at nakrar kvinnur í Svensk Røde Kors byrjaðu at binda og seyma til børn. Húgvur, troyggjur, kjólar og annað, sum var givið til børn í fátæka partinum av okkara alheims samfelag. 5 ár seinri byrjaðu tey í Dansk Røde Kors hetta sama og kallaðu hetta slag av virksemi fyri „Nørklere“. Í Danmark eru í dag um 5 túsund „Nørklarar“ Vit byrja nú undir heitinum ”Putlarar”. Tað sum verður bundið/hekklað, verður sent til DRK'sentralin í Horsens og harfrá sent út í verðina til neyðstødd børn. Reyði Krossur veitir bindiuppskriftir og garn, eisini kunnu garnpakkar keypast frá Stikkan, J. C. Svabosgøta 8 tel. 309130. Hevur tú huga at verða við at binda, set teg so í samband við Anna Mariu Persson, tel. 317070 |
