Sunnudagin 05 Sep 2010
You are here:
Regntíðin hóttir tey heimleysu á Haiti
Skrevet af Steinbjørn V. Olsen   

Tað er við at vera regntíð á Haiti, so tað er at kappast við tíðina, at geva teimum 1,3 milliónun heimleysu tak yvir høvdið áðrenn regntíðin byrjar í apríl/mai. Men arbeiði gongur gott við tøttum samstarvið við ST. Húsini fullu sum domino prikkar tá tann harsti  jarðsjálvtin í 200 ár rakti Haiti tann 12. januar í ár. Tann stóri vandin við regntíðini er at um fólk ikki hava fingið tak yvir høvdið so er vandi fyri at epidemi á Haiti. Tað er ikki lætt at vera hjálpararbeiðari nú regn og orkantíðin stendur fyri durum. Tað verður arbeitt dag og nátt fyri at fáa so nógv fólk sum gjørligt at hava okkurt yvir høvdið og eitt stað at vera í. Tað tekur umleið ein dag at gera eitt hús av prosendingum og reipum sum vera nýtt á Haiti. So tað er umráðandi at vit ikki gloyma tey á Haiti og royna at samlað so nógvan pening sum vit kunnu fyri at hjálpa teimum víðari eftur hervliga jarðsjálvtan tann 12. januar

 

 
Tey lokalu hjá Reyða krossi á Haiti gera munin
Skrevet af Steinbjørn V. Olsen   
Teir Haitisku limirnir hjá reyða krossi, vóru tey fyrstu á staðnum og fóru í gongd við neyðahjálp við tað sama eftur jarðsjálvtan á Haiti. Tey fáa neyðhjálpina út til tey støð har neyðhjálpin annars ikki var komin Tað gekk ikki long tíð, frá ti at jarðsjálvtin hevði verið á Haiti tann 12.januar, til tann altjóða neyðhjálpin var á veg til landið frá øllum heimspørtum. Men áðrenn hjálpin  náddi fram, vóru tey sjálvbodnu hjá Reyða krossi á Haiti í fer við at fáa

neyðhjálp út til fólkið, frá teimum lagrunum hjá Reyða Krossi sum vóru á Haiti. Tey bjargaðu fólkið út úr raplaðum húsum og góvu 1,hjálp. 

Hjálpa sjálvt um tey hava mist 

“ Haiti Reyði krossur hava gjørt eitt stórt arbeiði eftur jarðsjálvtan. Nógv at teimum, hava sjálvi mist heim, vinir og familju, so tey hava gjørt eitt megnar arbeiðið.” Sigur Ulrik Norup Jørgensen, journalistur hjá danska Reyða Krossi.  Í løtuni eru 2400 neyðhjálpararbeiðarar frá Reyða krossi á Haiti, av teimum eru 2000 av Haiti. 

Tað at tey eru lokal, kenna til landið og kunna málið er ein sera stór hjálp hjá Reyða Krossi.

 
Ársins fyrstuhjálpari 2010
Skrevet af Steinbjørn V. Olsen   

Mynd: Hjørtur, Tummas og Súni, í miðuni Adrian

 

Hjørtur og Tummas eru ársins fyrstuhjálparar 2010.


Tað var í oktober 2009 at teir báðir eru farnir oman á sandin í Syðrugøtu at hyggja eftur brimi sum tað er nógv av henda dagin.  
Teir ganga víðari og enda úti á støð og fara heilt út á kajuna.Meðan teir eru har,  kemur eitt stórt óløgi – Hjørtur og Tummas klára at renna inn undir brimgarðin, meðan Adrian verður skolaður av kajuni og á bláman.Adrian roynur at svimja, men tað er ikki so lætt i klæðum.Tað eydnast honum at svimja inn móti kajuni, Hjørtur blakar jakkan og toyggjur seg  so langt hann kann meðan Tummas heldur i bein hansara og rópa teir til Adrian og eggja honum at halda fram við at svimja – aldurnar skola oman yvir teir og Adrian verður drigin frá kajuni fleiri ferðir, men fjóru ferðina eydnast tað, teir taka i hvønn annan og klára at fáa Adrian upp úr sjónum.Teir fara síðan heim og fyrsta húsið er heima hjá Hjørtur, har teir fara inn – eingin var inni.
Adrian verður latin úr vátu klæðunum og koyrdur undir heita brúsu og síðan ballaður í eina heita dýnu.

 
Havnar Bjargingarfelag latið 10.000 kr til Haiti
Skrevet af Steinbjørn V. Olsen   

Havnar Bjargingarfelag hevur latið Reyða krossi Føroya 10.000 kr til neyðahjálpararbeiði á Haiti.

Tað var á samkomu sum samarittarnir og manningin á Lív hevði leygarkvøldið at formaðurin fyri Havnar Bjargingarfelag Jens Hansen lat peningagávuna. Steinbjørn V. Olsen tók vegna reyða Kross Føroya móti gávuni. Reyði krossur takkar stórliga fyri hjálpina.

Les meira…
 
<< Fyrsta < Undanfarna 1 2 3 4 5 6 7 Næsti > Sidste >>

JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL