Gott 100 ungar og frískar sálir høvdu funnið renniskógvarnar fram og runnu fyri Haiti í Keypmannahavn, og heilar 28.000 kr. vórðu savnaðar inn. Hetta er sera flott!

Genturnar á myndini omanfyri eru millum eldsálirnar í Keypmannahavn, sum skipaðu fyri einum sera væleydnaðum og hugnaligum tiltaki á Amager Strond í dag.
Dánjal Hoydal helt røðu, Annika Abrahamsen hitaði upp og so varð runnið.
Aftaná bjóðaðu fyriskipararnir køkur, kaffi og saft.
Onkur helt fyri: "hetta áttu vit at gjørt hvønn leygardag!"

Seinni í kvøld møtast luttakarar til hugnakvøld, har m.a. Pætur á Borg fer at spæla fyri.
Tá dagurin at enda kom vóru heilar 28.000 kr. komnar inn í samband við rennitiltakið í Keypmannahavn leygardagin.
Eisini ungu menninir tóku sera aktivan lut í væleydnaða tiltakinum. Á myndini niðanfyri sita tveir av mannligu fyriskiparunum.
Reyði Krossur Føroya takkar hjartaliga fyri stuðulin, ið allur fer beinleiðis til uppbyggjandi arbeiði í Haiti.