|
Skrevet af Terji S. Johansen
|

Ársins fyrstahjálpari 2008 gjørdist 13 ára gamli Rógvi Joensen úr Sørvági, sum 6. mai 2008 bjargaði vinmanninum Áka Petersen. Áki datt í ánna og slerdi pannuna í, so hann svímaði og lá við andlitinum niður í vatni. Rógvi leyp til, fekk hála Áka upp so andlitið kom úr vatninum, rópti so og fekk aðrar vinmenn at ringja eftir hjálp og hjálpa til at fáa Áka upp, legði lag á, hvussu teir skuldu geva andahjálp og hjartamassagu. Rystu í hann so at vatn, sum var komið niður í lunguni hjá Áka, kom upp og Áki byrjaði aftur at anda. Á myndini síggja vit Áka til vinstru og bjarginamannin Rógva til høgru. |