|
Føroyingar lata hjálp til Haiti Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata 150.000 kr. í neyðhjálp til Haiti, sum er rakt av hørðum jarðskjálvta. Forsetin á Haiti, Rene Preval, hevur boðað frá, at teimum tørvar heilivág, neyðhjálparútgerð, bjargingarfólk og læknahjálp umframt aðra hjálp, og at í fyrstu atløgu verður uppruddingararbeiðið gjørt fyri at bjarga teimum, ið bjargast kunnu. Peningurin, sum Føroyar lata til hjálpararbeiði í Haiti, fer gjøgnum Reyða Kross, sum fylgir áheitanum frá altjóða Reyða Krossi um, hvussu peningurin kemur best til gagns. Jarðskjálvtin hevur havt sera álvarsligar avleiðingar. Enn veit eingin júst hvussu nógv fólk eru saknað ella hava fingið álvarsligan skaða. Uttanríkisráðið hevur spurt seg fyri um nakar føroyingur er á Haiti. Danska Uttanríkisráðið hevur boðað frá, at hvørki avvarðandi ella nakar føroyingur hevur sett seg í samband við tey um vanlukkuna á Haiti. Avrátt er, at Uttanríkisráðið í Føroyum fær fráboðan, um føroyingar eru á Haiti, ella um komið verður fram á nøvn, sum kunnu vera føroysk. Uttanríkisráðið fer at fylgja við støðuni og um so er, at føroyingar eru í vandaøkinum, tekur Uttanríkisráðið móti fráboðanum á 00298 306100 og á
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
|