Loppumarknaðurin: NOSTALGIA VI
Leygardagin 4. februar 2012 kl. 10:00 - 15:00 inngongd í Vágsbotn.
Reyði Krossur skipar fyri serstøkum tiltaki, loppumarknaður har vit hava fingið stóran og lítlan guitara, fleiri smáðar trummur, helst frá Afrika, áhugaverdar blokfløjtur, kikarar og fototól og mangt annað, men mest av øllum:
"VINYL" LP-plátur í hópatali og fleiri singulplátur og líknandi. Kanska kanst tú hugna tær við einum kaffimunni.
Hevur tú okkurt at dugna okkum við og hjálpa okkum at hjálpa, so taka vit ímóti mikudag kl. 14:00-16:00 og kl. 19:00-21:00, men eisni seinrapartarnar 2. og 3. februar.
Send okkum annars eitt teldubræv:
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
ella tlf. 213081
Klokkan 17:00 høvdu dugnaligu hjálparfólkini fingið hølini ruddaði og kundi kassameistarin upplýsa, at sølan av LP-plátum, ljóðførum v.m. var kr. 13.500,-
Vit eru fegin um góða úrslitið av ársins fyrsta loppumarkna hjá Reyða Krossi Føroya.