
Endurnýtsluihandilin í Havn við ítróttar- og " kondiklæðum" til vaksin og børn.
Minst til, her er bert eitt plagg av hvørjum - so skunda tær
|

Aðalfundur felagsins var hildin sunnudagin tann 25. mars 2012 í hølinum á Bryggjubakka.
Á skránni var ársfrágreiðing, rokniskapur og góðkenning av hesum fyri ári 2011. Eisini vóru innkomin tvey uppskoti til viðtøkubroytingar, annað uppskotið bleiv góðkent á fundinum og hitt fall. Eisini vóru tveir nevndarlimir, formaðurin Hjalti í Jákupstovu og nevndarlimur Sven Nørspang, á vali. Báðir stillaðu upp aftur og vóru báðir endurvaldir. Tveir tiltakslimir skuldu eisini veljalst, vald inn blivu Hjørleivur Hentze Jensen og Katrin Dahl-Jakobsen. Reyði Krossur ynskir teimum tillukku við valinum og takkar Hilmar Høgenni, ið var fundarstjóri. |
|
 |
|
 |
|
Fríggjamorgun tann 23. mars, komu 39 næmingar úr 4. flokki úr skúlanum á Løgmannabreyta at vitja Reyða Kross. Tað var sera hugnaligt og allir næmingarnir vóru áhugaðir í, at hoyra um uppruna Reyða Kross og um tað menningararbeiði, ið Reyði Krossur Føroya stuðlar. Práta var um menningarætlanina í Kambodja, har sum einki WC er, og har tey fyrr vóru noydd at ganga langt eftir vatni. Og snakka var eisini um Barnalandið í Malwi. Reyði Krossur byggir barnamiðstøðir í Malawi, soleiðis at nøkur av teimum gott og væl 800.000 foreldraleysu børninum í Malawi, kunnu fáa tryggleika og bøt um lívstreytir teirra.
Klassin hevði eisini savna eitt sindur av peningin inn, til frama fyri at hjálpa Reyða Krossi at hjálpa. Heilar 161,50 kr høvdu tey savna saman. Vit í Reyða Krossi takk fyri.
|
|
Starvsfólk á Dagstovninum við Landavegin hava nú øll fingið fyrstuhjálparskeið. Hetta er ein stór trygd, tá hugsa verður um at umleið 150 fólk hava sína gongd á stovninum hønn dag. Starvsfólkini hava fingið sera nógv burturúr og føla tey seg nógv tryggari nú, tey hava fingið fyrstuhjálparskeið. |
|
|
<< Fyrsta < Undanfarna 1 2 Næsti > Sidste >>
|
|
JPAGE_CURRENT_OF_TOTAL |